Nýggj vøra í handlunum kring Føroyar

Sjógæti kalvasalat laksasalat rækjusalat

Hug til okkurt lekkurt? Finn okkum í handlunum kring landið

Jákup hevur diskað upp við NÝGGJUM, leskiligum salatum, ið eru komnar út í handlarnar kring landi.

Royn okkara vælkendu ‘Kalvasalat’, okkara ‘Heittroyktu Laksasalat’ og okkara spildurnýggju ‘Rækjusalat’. 

*. Allar innihalda 150g av vøru.

Njótið framúrskarandi sjógætisvørur, úr hægstu góðsku og smakki.

Vørurnar eru at fáa í sølubúðini hjá Sjógæti við Norðskála, og í nærum øllum matvøruhandlum í Føroyum.

Vit síggjast til eina betri máltíð frá Sjógæti.

Vit levera Fisk&Kips til alt Føroya land

Sjógæti hevur tveir Fisk&Kips bilar, sum koyra runt í landinum

Kom og royn okkara vælsmakkandi Fisk&Kips úr feskum Føroyskum útiróðrarfiski. Vit eru dagligt úti við okkara bilum runt um í landinum, har tú kanst royna okkara framúrskarandi mat.

Sjógæti Fisk&Kips bilarnir selja eisini dygdargóðar vørður úr sjónum, so sum kalvasalat, heittroykt laksasalat, rækjusalat, feskan laks, royktan laks,  fiskafars, royktan laks, hýsuflak, toskaflak og mangt, mangt annað á staðnum.

Sí koyriætlan við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Sí meira og fylg okkum á Facebook síðuni hjá Sjógæti HER

Veitslu viðskeri tá hugni er á skránni

Bílegg veitslu viðskera frá Sjógæti.

Konfirmatión? Húgvu veitsla? Bindiklubbur? Føðingardagur? So hava vit veitslu viðskera til tín frá Sjógæti.

Heinta í sølubúðini við Norðskála, yrkadagar millum kl. 11.00 og kl. 18.00 (kl. 11.00 og kl. 16.00 í vetrarhálvuni), heinta í einum av okkara Fisk&Kips bilum runt um í landinum, ella í Vágsbotni fríggjadagar.

Veitslu skrá, vel millum:
– Pilkaðar ella ópilkaðar rækjur
– Kalvasalat, heittroykt laksasalat ella rækjusalat
– Toska portiónir, hýsu portiónir ella raspa hýsu portiónir
– Fiskafrikadellur
– Heitt ella kalt royktan laks í skivum ella sum heil síða

Ring og bílegg tína fiskavøru frá okkum á tlf. 231600, ella á t-post sjogati@sjogati.fo

Sí meira og fylg okkum á Facebook síðuni hjá Sjógæti HER

Vitja Sjógæti sølubúðina við Norðskála

Sjógæti sølubúðin við Norðskála, fekst og gott til tín

Ynskir tú vøru úr okkara ‘Sjógæti – Sølubúð við Norðskála’ ella ‘Sjógæti – Fiskabilum’? Bílegg vøruna frá sølubúðini við Norðskála og heinta tykkara bílegging á staðnum ella í okkara Fiskabili kring landi.

Sjógæti – Sølubúðin við Norðskála, hevur opið hvønn gerandisdag frá kl. 11.00 til kl. 18.00 (frá kl. 11.00 til kl. 16.00 í vetrarhálvuni). Vit eru at hitta á Norðskálavegur 41, við Norðskála.

Fisk&Kips bilarnir hjá okkum koyra runt um í landinum við vøru hvønn gerandisdag. Ring til okkum á tlf. 231600 ella send okkum ein teldupost og bílegg tína vøru frá okkum á sjogati@sjogati.fo 

Sí meira og fylg okkum á Facebook síðuni hjá Sjógæti HER

Fiskarættir frá Sjógæti - Tí góðska kemur fyrst

Sjógæti – Toska One Pot

Ein frískur og einfaldur rættur frá Sjógæti. Í hesum videobrotinum vísa vit, hvussu einfalt tað kann vera at gera ein sera vælsmakkandi ‘Toska One Pot’ rætt við feskum toski frá Sjógæti. Her fært tú eina dygdarblanding av søtleika, sýru og dýpd, sum passar perfekt saman við feskum toski.
Tilfar til ‘Toska One Pot’ – Feskan tosk frá Sjógæti (fesk hýsa riggar eisini), leyk, hvítleyk, persilla, capers, sherry tomatir , basilikum, hakkaðar tomatir, oliven olju, salt og pipar.
 
Ein einfaldur rættur. Ein sjarma av sjógvi. Og ein rættur tú garanterað vilt gera aftur.

Sjógæti – Fiskafrikadellubreyð

So hevur Jákup diskað upp við einum løttum, lekkrum og sera hugnaligum rætti, sum øll kunnu gera heima. Fiskafarsið, sum vit nýta, er fekst og tú kanst fáa tað hvønn dag frá okkara Sjógæti Fisk&Kips bilum kring landið, í sølubúðini hjá Sjógæti við Norðskála, og í Fiskabilinum hjá Sjógæti, sum er í Vágsbotni hvønn fríggjadag millum kl. 11.00 og 14.00.
(G.G. Tú kanst eisini keypa feskar fiskafrikadellur frá Sjógæti)
Tilfar til fiskafrikadellurnar Fekst fiskafars frá Sjógæti
Til remulatuna – Piccalilly, mayonais, dild, purleyk, sitrón dijon, smakkað til við pipar og salt.
Hygg eftir videobrotinum, royn uppskriftina heima og lat okkum vita, hvat tú heldur!

Um okkum

Okkara søga byrjaði soleiðis

Sjógæti hevur nógvar royndir innan fiskaarbeiði, felagið bleiv stovna í 2007 og er vaksi støðugt við árinum. Tey seinastu árini er virksemi vaksi so mikið nógv, at fyritøkan hevur flutt seg frá at vera ein lítil familju fyritøka, til eitt framkomið virkið við nógvum starvsfólkum. Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti. Á heysti 2018 fekk fyritøkan størstu avbjóðingina higartil. Tá fekk felagið játtað menningarkvotur frá Fiskimálaráðnum, og fekk tilluta bæði sild og makrel. Sjógæti hevur tætt samstarv við feløgini P/F Palli hjá Mariannu og P/F North Pelagic í samband við ymiskar verkætlanir. Nýggja virkið virkar bæði sum landingarmiðstøð og víðari virkan av ymiskum føroyskum tilfeingið.  

Vit eru Sjógæti

Her eru vit

Sjógæti

Norðskálavegur 41, 
460 Norðskáli
Tel.:     (+298) 23 16 00
V-tal:   568805
T-post:
sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo 

Fylg okkum á sosialum miðlum

Sjógæti á Facebook

Sjógæti á Instagram

Sjógæti á LinkedIn

Sjógæti á YouTube

© Sjógæti, all rights reserved