Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:
Sjógæti Sp/f
Norðskálavegur 41
460 Norðskáli
Føroyar
V-tal: 568805
Tel. +298 23 16 00
hm@sjogati.fo
—————————————————————————————————————————-
Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult og møguliga ógjørligt at varðveita og halda møguligar avtalur við teg.
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:
Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:
Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:
Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:
Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er: Heimilað áhugamál sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Persónupplýsingar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi: Heimilaðu áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.
Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður avgjørt um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um niðurstøðan er, at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin slettað beinanvegin.
Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.
Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
—————————————————————————————————————————-
Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið dátutrygdarreglurnar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógina § 7
Sum partur av trygdarfyriskipanini hjá SJÓGÆTI er eftirlit við vakmyndatólum. Har, sum fyritøkan nýtir vakmyndatól verður tað væl lýst (skeltað). Endamálið er at verja ognir felagsins ímóti skaða, og vit nýta heimildina: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Vit strika upptøkurnar frá vakmyndatólinum í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkurnar, um tað ikki av einari ella aðrari orsøk er neyðugt fyri fyritøkuna at goyma upptøkurnar longri, í sambandi við eina ávísa trætu ella líknandi.
SJÓGÆTI tryggjar til eina og hvørja tíð, at brúkið av vakmyndatólunum er gjørt í sambandi við ásetingarnar í lógini.
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónupplýsingum, sum eru neyðugar í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av upplýsingum, er neyðug at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónupplýsingum, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum persónupplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tínar persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av upplýsingum, herímillum veitarar av kt-loysnum, myndugleikum sum TAKS, og bankar, grannskoðara osv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í onkrum førum verða dáta víðarigivið til sakførarar, inkasso, bankar flutningsfeløg osv.
Vit brúka dataviðgerðir úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
SJÓGÆTI hevur eina Facebook síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her
SJÓGÆTI hevur eisini eina Instagram síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Instagram her
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.
—————————————————————————————————————————-
Privatlívspolitikkurin er dagførdur 1. desember 2024
Norðskálavegur 41,
460 Norðskáli
Tel.: (+298) 23 16 00
V-tal: 568805
T-post: sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo
© Sjógæti, all rights reserved